Tann 1. juni 2024 verða sjóuppmerking og vitaverk yvirtikin sum føroysk málsøki. Samstundis kemur kunngerð nr. 49 frá 29. mai 2024 um sjóuppmerking, siglingarskipanir o.a. í gildi. Kunngerðin kann lesast her.
Hetta merkir m.a., at eftir tann 1. juni 2024 verður Sjóvinnustýrið myndugleiki, tá ið ræður um sjóuppmerking og vitaverk.
Umsóknir viðvíkjandi sjóuppmerking, undir hesum umsóknir um at flyta sjóuppmerkingar, verða eftir 1. juni latnar Sjóvinnustýrinum, fma@fma.fo.
Í hesum sambandi verður víst á, at umsókn viðvíkjandi sjóuppmerking skal latast Sjóvinnustýrinum seks vikur, áðrenn sjóuppmerkingin verður sett í verk. Eisini verður víst á, at sjóuppmerking ikki lógliga kann setast upp, broytast, flytast ella takast burtur uttan loyvi frá Sjóvinnustýrinum frammanundan.
Fráboðanir um skaða, feil, brek, mangul og annað við vita, sjóuppmerking, siglingarskipan, fráboðanarskipan og annað verða framvegis latnar MRCC:
MRCC Tórshavnradio
Telefon: +298 351300
Teldupostur: mrcc@vorn.fo
Iridium: +881641709966
Facebook viðmerkingar