Dagrøktari til Dagrøktina í Porkeris kommunu


Søkt verður eftir einum dagrøktara at byrja 12. august 2024, talan er um tíðaravmarkað starv fyribils framm til 1. juli 2025.

Um dagrøktina:
Í dagrøktini í Porkeri eru børn í aldrinum 0-7 ár. Høvðusendamálið við dagrøktini er at skapa eitt trygt og mennandi umhvørvi fyri tað einstaka barnið, hetta gera vit við støði úr dagstóvnalógini.

Arbeiðsstaðurin er heima hjá dagrøktarinum, tí skalt tú sum søkir starvið hava góðar umstøður at hava børn, bæði inni og úti. Tveir dagar um vikuna hittast vit at spæla og mennast saman við øðrum børnum og dagrøktarum í spælistovuni. Arbeiðistíðin er millum kl 7.30 – 17.15

Vit vænta at tú:

  • hevur hegnið og áhuga at ansa børnum, og leggur teg eftir, at tað einstaka barnið trívist og mennist.
  • hevur hug og áræði at skapa ein mennandi og tryggan gerandisdag við virðing fyri barninum.
  • er álítandi, tolin og nærverandi.
  • kann arbeiða sjálvstøðugt.
  • hevur góð samstarvsevni við børn, starvsfelagar og foreldur.
  • hevur eitt jaligt lyndi.
  • hevur góðar umstøður at hava børn, bæði inni og úti.

Setanarviðurskifti:
Løn sambært sáttmála millum Føroya Arbeiðarafelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

Sambært § 2 í barnaváttanarlógini hava vit skyldu til at fáa barnaváttan til vega, áðrenn umsøkjari verður settur í starv.

Umsókn:
Umsóknin saman við prógvum og viðmælum, verður send til Porkeris Kommunu, Við Á 8, 950 Porkeri ella við teldupost til dagroktin@porkeri.fo, viðmerk starvslýsing.

Umsóknin skal verða okkum í hendi seinast fríggjadagin 21 juni 2024. Meiri fæst at vita um starvið, við at venda sær til leiðaran, Angelinu J. Gudmundsen á telefon 251325

Facebook viðmerkingar