Vegleiðandi fólkaatkvøða í Hvalbiar og Tvøroyrar kommunu leygardagin

Leygardagin 15. juni 2024 eru vegleiðandi fólkaatkvøður í Hvalbiar kommunu og í Tvøroyrar kommunu um samanlegging millum Hvalbiar kommunu og Tvøroyrar kommunu.

Seinasta freist at greiða brævatkvøðu er í dag fríggjadagin 14. juni kl. 15:00.

Valið fer fram á vanligu valstøðunum í Hvalbiar og Tvøroyrar kommunu frá kl. 10.00 – 20.00, ella so leingi veljarar møta uttan steðg.

Facebook viðmerkingar