Flogbóltssamband Føroya og Suðuroyar Sparikassi hava gjørt stuðulsavtalu, har Suðuroyar Sparikassi næstu árini verður ein av høvuðsstuðlunum av A- og ungdómslandsliðunum.
A-landsliðini hjá kvinnum og monnum eru júst liðug við sínar Silver League-kappingar. Í hesum kappingum varð leikt við Suðuroyar Sparikassa á ermunum. Hetta er úrslit av, at Jóhan Vest, stjóri í FBF, og Rúni Heðinson, kundastjóri í Suðuroyar Sparikassa, hava undirskrivað avtalu um, at Suðuroyar Sparikassi næstu árini verður ein av høvuðsstuðlunum hjá føroyskum landsliðsflogbólti.
Avtalan fevnir um øll landsliðini hjá FBF.
“Hetta er kærkomið fyri FBF, tí landsliðsarbeiðið er sera umfatandi og hartil kostnaðarmikið”, sigur stjórin í FBF, Jóhan Vest.
Facebook viðmerkingar