51,5 m. eftir at bora í Fámjinstunlinum

KVF: Arbeiðið í Fámjinstunlinum verður nú tikið upp aftur.

Útlendska manningin er komin, og nú heldur arbeiðið at bora og tryggja tunnilin fram.

Verkfallið hevði við sær, at tørvur hevur verið á ymsum tilfari, og tað hevur seinkað tunnilsarbeiðið nakað, sigur Marjun Weihe Thomassen, virkandi stjóri í Landsverki.

Skjóta ígjøgnum um ein mánað

Sambært framrokningum tekur tað millum tríggjar og fýra vikur at bora teir 51,5 metrarnar, sum eru eftir.

Tunnilin verður tí eftir ætlan skotin ígjøgnum hálvan juli.

Ikki fyrr enn tunnilin er skotin ígjøgnum, ber til hjá Landsverki at meta um, hvussu stóra eykajáttan landsstýrismaðurin í samferðslumálum skal biðja løgtingið um.

Upprunaliga var tunnilin mettur at kosta 169 milliónir krónur, men so seint sum november í fjør varð talið hækkað upp í 250 milliónir krónur. 

Facebook viðmerkingar