Um tvær vikur kunnu ferðafólk, sum fara við Smyrli við bili, keypa ferðaseðilin umvegis heimasíðuna hjá SSL, www.ssl.fo, sigur Niels Juel Arge, stjóri á SSL við Dimmalætting.
SSL-stjórin greiður í Dimmalætting frá, at tað hevur verið arbeitt við at menna skipanina og nú er tað komið hartil, at tað er klárt at seta skipanina í verk. Tað liggur í kortunum at tað verður fyrst í juli, at tað fer at bera til at selja ferðaseðlar til bil við Smyrli á internetinum. Og síðani byrjar ferðing við ferðaseðlum, sum eru keyptir í bileggingarskipanini, eina góða viku seinni, ella umleið 8. juli.
Lesið meiri um hetta her
Facebook viðmerkingar