Hesar seinastu dagarnar hava fleiri Býflugubítar hildið til vestur Vatnið í Vági.
Mortan Mortensen tók myndirnar vesturi við Hamragarð í dag.
Býflugubítar eru sjáldsamir á okkara leiðum. Býflugubítar eru nakað langt av leið, tá teir vitja í Føroyum. Men tað er tó ikki heilt óvanligt at síggja Býflugubítar norðaliga í Evropa, eisini í Danmark.
Facebook viðmerkingar