Stórur meiriluti á Tvøroyri fyri kommunusamanlegging

Nú er eisini liðugt talt upp á Tvøroyri í sambandi við vegleiðandi fólkaatkvøðuna um kommunusamanlegging.

73,7% av veljarunum søgdu ja til kommunusamanlegging, meðan 25,9% søgdu nei. Vallutøkan var 62%.

Í Hvalbiar kommunu var ein meiriluti ímóti kommunusamanlegging og verður kommunusamanlegging ímillum Tvøroyrar og Hvalbiar kommunu sostatt av ongum í hesum umfarinum.

Facebook viðmerkingar