Kommunufelagið: Tørvur á samstarvi millum land og kommunur

Fríggjadagin 6. apríl var aðalfundur hjá Kommunufelagnum. 135 av teimum gott 200 kommunustýrislimunum vóru møttir. Hetta er størsta undirtøka á aðalfundinum hjá Kommunufelagnum nakrantíð.

Umframt vanligu skránna, vóru eisini tveir gestarøðarar á fundinum. Talan var um Henrik Good Hovgaard, ið er danskur framtíðargranskari, ið starvast fyri fyritøkuna Futurenavigator. Hin gestarøðarin var Bill Justinussen, sum skemtiliga hugleiddi um framtíðina hjá føroysku kommununum.
Dennis Holm bar fram ársfrágreiðingina. Hann staðfesti, at búskaparliga gongur væl í Føroyum.

Menningin av samfelagnum hevur tó ikki verið eins stór og støðug kring alt landið. Norðoya-, Eysturoyar-, Streymoyar- og Vága sýslur hava síðani aldarskiftið havt fólkavøkstur, men sunnaru sýslurnar, Sandoy og Suðuroy, hava havt ein minking í fólkatalinum. Gongdin í hesum økjum er hin sama, sum tann vit hava sæð á útoyggjum í áratíggju. Íbúgvaratalið er lækkað munandi, og fólkasamansetingin skeiklað, tí samstundis sum fráflytingin er stór, velja fá ung fólk at flyta til – ella aftur til – økini.

Tað er tískil umráðandi, at vit ikki lata okkum tøla av teimum góðu tíðunum og teimum metstóru inntøkunum, sum kommunurnar í løtuni hava. Veruleikin er, at inntøkugrundarlagið hjá kommununum í stóran mun byggir á lønarskatt. Tá ið framskrivingar vísa, at arbeiðsmegin fer at minka niður í eina helvt komandi 30 árini, merkir hetta, at inntøkurnar hjá kommununum, alt annað líka, eisini fara at minka við eini helvt.

Tað, sum eyðkennir nýskipanirnar hjá landsstýrinum í síni heild, er, at tær fram um alt annað eru ætlaðar at styrkja haldførið hjá landskassanum. Hinvegin hava tær í flestu førum negativa fíggjarliga ávirkan á kommunala geiran. Tað eigur at vera landsstýri og løgtingi púra greitt, at haldførið í samlaða búskapinum ikki verður styrkt við, at útreiðslur ella inntøkur verða fluttar úr einum almennum kassa í ein annan.

Formaðurin var atfinningarsamur mótvegis landsstýrinum, sum hann segði bert hugsaði um at styrkja haldførið hjá landskassanum, samstundis sum at allar nýskipanir hjá landsstýrinum máa burturav inntøkugrundarlagnum hjá kommununum.
Samstundis ásannaði hann, at neyðugt er, at land og kommunur í størri mun samstarva um tær avbjóðingar, sum føroyska samfelagið fer at hava komandi árini.

Ársfrágreiðingin  er at finna her.

Facebook viðmerkingar