Ferðafólkatalið um Suðuroyarfjørð veksur

Fyrsta ársfjórðing í ár ferðaðust 57.468 fólk um Suðuroyarfjørð og er hetta smá 5% meiri enn sama tíðarskeið í 2024, tá 54.808 fólk fóru um Suðuroyarfjørð.

Talið av akførum er tó eitt lítið sindur lægri fyrstu tríggir mánaðirnar í ár, samanborið við í fjør. Í ár eru 23.335 akfør flutt um Suðuroyarfjørð fyrsta ársfjórðing, meðan talið somu tíð í fjør var 23.746. Talan er um eina minking á smá 2%.

Facebook viðmerkingar