Nýggi Fámjinstunnilin letur upp 25. juni 2025

Ónsdagin 25. juni 2025 verður hátíðarhald í sambandi við at nýggi Fámjinstunnilin letur upp.

Talan er um ein tunnil á 1.200 metrar, umframt nýggjar vegir í Øravík og Fámjin á tilsamans 1.450 metrar. 

Hátíðarhaldið verður kl. 14:00 við tunnilsmunnan Øravíkarmegin (við Ánna í Svartatungum) og tá kemur landsstýrismaðurin í samferðslumálum, Jóhan Christiansen, at halda røðu, umframt heilsanir frá Jóannis Lisberg, borgarstjóra í Fámjins kommunu, Sigtór A. Petersen, stjóra í P/F J&K Petersen og Marjun W. Thomassen, stjóra á Landsverki.

Tvøroyrar Hornorkestur spælir. Hornorkestrið framførir eisini verk, ið er gjørt til høvið. Talan er um verkið “Merkið”, ið Pauli Hansen hevur skrivað. 

Tá snórurin er kliptur umleið kl. 14:30, verður tunnilin latin upp fyri almennari ferðslu og bjóðar Landsverk saman við Fámjins kommunu og Tvøroyrar kommunu øllum til drekkamunn við bygdahúsinum Vesturhøll á Neystavegi 4 í Fámjin. 

Áðrenn hátíðarhaldið verður í samstarvi við Hvistan (felag fyri frælsan ítrótt í Suðuroy) høvi at renna/ganga/trilla og súkkla ígjøgnum nýggja tunnilin. Møguleiki er fyri at ganga/renna/trilla aftur og fram ígjøgnum tunnilin (tilsamans umleið 3,2 km.). Gongd/renning/trilling/súkkling byrjar kl. 12:45 nærhendis tunnilsmunnan í Øravík. Upphiting er við tunnilsmunnan 10 min. áðrenn og er ikki neyðugt við tilmelding. 

Nærri kunning kemur í vikuni um ferðsluviðurskiftini í økinum í sambandi við hátíðarhaldið og í sambandi við at nýggi tunnilin letur upp. Skipað verður eisini fyri bussflutningi til/frá Fámjins bygd í sambandi við hátíðarhaldið og renningina, umframt til/frá tunnilsmunnanum Øravíkarmegin eftir hátíðarhald og í sambandi við drekkamunnin í Fámjin. Øll eru hjartaliga vælkomin til hátíðarhaldið.

Facebook viðmerkingar