
Í februar í 2023 fekk Marghøllin skaða í stormi og dúkurin mátti takast av og nýggjur leggjast á.
Marghøllin var karmur um nógv virksemi hjá FC Suðuroy og øðrum ítróttarfeløgum í nærumhvørvinum, og eisini hjá Ítróttaháskúlanum.
Marghøllin var eisini karmur um Skúlafótbólt – og tá tað ikki bar til at brúka Marghøllina, so hevur Skúlafótbóltur havt ein ótilætlaðan steðg. Men nú fara okur ígongd aftur.
Skúlafótbóltur stóran áhuga
Skúlafótbóltur byrjaði skúlaárið 2018/2019 og hevur áhugin frá fyrsta degi verið sera stórur. Okkurt árið hava tað verið um 2.500 skúlabørn og -ungdómar, sum hava verið til Skúlafótbólt í Vági.
Hvat er Skúlafótbóltur?
Skúlafótbóltur er ein fótbóltskapping, fyri árgangirnar frá 1. til og við 9. flokk, umframt 10. flokk og miðnámsskúlarnir kring landið.
Spælt verður bæði í dreingja- og gentuliðum, og í blandaðum liðum við dreingjum og gentumsum hevur fokus á tað sosiala, á heilsu, á rørslu og á at fótbóltur er fyri øll.
Skúlafótbóltur hevur fokus á tað sosiala, á heilsu, á rørslu og á at fótbóltur er fyri øll.
Ein týðandi partur av Skúlafótbólti, at talan verður um nakrar stuttligar og spennandi dagar saman við floksfelagum í egnum skúla, og floksfelagum á sama árgangi úr øðrum skúlum.
Umframt fótbólt, so hevur tað eisini verið gjørligt at svimja í Páls Høll tann dagin, spælt verður. Hetta verður eisini ein partur av Skúlafótbólti komandi skúlaár.
Vit hava lagt stóran dent á, at tað er ókeypis at luttaka í Skúlafótbólti – og hetta hevur bara verið gjørligt orsaka av góðum stuðlum – og ikki minst av øllum tí arbeiðinum, sum sjálvboðin hava gjørt í samband við Skúlafótbólt.
Nærri kunning í august
Nú Skúlafótbóltur aftur verður á skráverður nærri kunning í august, bæði beinleiðis til skúlarnar og alment.
Tá verður greitt frá, hvussu leikskráin verður skúlaárið 2025 / 2026 og hvussu skúlar kunnu skráseta seg til at luttaka í Skúlafótbólti skúlaárið 2025/2026.
Okur gleða okkum til at taka ímóti tykkum og gera okkara til at tykur fáa ein góðan dag til Skúlafótbólt í Vági.
Fylgjast kann við á heimasíðuni www.skulafotboltur.fo og á Facebook-vanganum Skúlafótbóltur.
Facebook viðmerkingar