
Landsapotekarin hevur 23.06.2025 sett Duritu Rask Olsen í starv sum apotekari á Suðuroyar Apoteki.
Durita er útbúgvin farmaseutur frá Det Farmaceutiske Fakultet á universitetinum í Keypmannahavn í 2007.
Í 2023 tók hon akademiútbúgving í projektleiðslu.
Eftir lokna útbúgving hevur hon starvast í 5 ár á Kastrup og Dragør Apotek har hon hevur fingið drúgvar royndir við avgreiðslu av viðskiftafólkum.
Hon hevur eisini royndir við framleiðslu -og góðskuarbeiði sum akademikari á Statens Serum Institut.
Síðan 2013 hevur hon starvast á Framleiðsluapotekinum sum Farmaseutur í Góðskudeildini, har hon hevur havt nógvar ymiskar arbeiðsuppgávur innan góðskuarbeiði.
Hon hevur drúgvar royndir innan góðskuskipanirnar GMP og ISO 9001.
Durita tekur við starvinum 1. Septembur 2025.
Facebook viðmerkingar