
Landsverk og Arbeiðs- og brunaeftirlitið hava í dag góðkent Fámjinstunnilin til almenna ferðslu. Umleið 50 fólk tóku lut í stórari venjing, ið var týskvøldið 17. juni.
Landsverk og Arbeiðs- og brunaeftirlitið hava gjøgnumgingið projektið, tilbúgvingina og trygdarútgerðina í Fámjinstunlinum, men áðrenn tunnilin kundi endaliga góðkennast til almenna ferðslu, skuldi trygdarútgerðin í tunlinum trýstroynast í einari stórari venjing.
Venjingin var týskvøldið 17. juni. Umleið 50 fólk frá Politinum, Tvøroyrar Sløkkiliði, Suðuroyar Norðara Bjargingarfelag og Suðuroyar Sunnara Bjargingarfelag, Heilsuverki Føroya, Ambulansutænastuni og Landsverki tóku lut í venjingini, sum royndu tilbúgvingarætlanina, tøknina, mannagongdir og eftirkannaði samskiftisútgerðina í tunlinum.
Allir partar høvdu egnar eygleiðarar við, sum aftaná skrivaðu hvør sína frágreiðing um venjingina.
Politiið, sum er leiðandi samskipari í tilbúgvingini, tók saman um niðurstøðurnar og hevur góðkent tilbúgvingina í Fámjinstunlinum.
Landsverk hevur gjøgnumgingið niðurstøðurnar frá venjingini og hevur í dag staðfest, at Fámjinstunnilin uppfyllir øll myndugleikakrøv og tískil kann lata upp fyri almennari ferðslu.
Arbeiðs- og brunaeftirlitið hevur somuleiðis brunagóðkent Fámjinstunnilin til almenna ferðslu.
Facebook viðmerkingar