Kunning um játtanir innan Fiskivinnuroyndir 2025

Fiskivinnuroyndir eru í ár umskipaðar í mun til undanfarin ár, har størri dentur nú verður lagdur á vinnuligar verkætlanir innan gransking, menning og nýskapan. Fiskivinnuroyndir eru nú skipaðar í tvær ymiskar stuðulsskipanir, har ein millión er sett av til smærri verkætlanir og góðar tríggjar milliónir til flaggskipaverkætlanir.

Flaggskipaverkætlanir

Flaggskipaverkætlanir eru vinnuligar verkætlanir innan gransking, menning og nýskapan, undir hesum Ph.d.-verkætlanir. Flaggskipaverkætlanir eru skipaðar sum bindandi samstarv millum føroyska vinnufyritøku og føroyskan granskingarstovn. Í 2025 er ásett, at verkætlanirnar skulu vera innan hesi raðfestu øki: 


•    Virðisøking
•    Alt til lands
•    Burðardyggur fiskiskapur

Umsóknarfreistin til Flaggskipaverkætlanir var seinast í apríl mánaði. Inn komu seks umsóknir.

Endaliga úrslitið av viðgerðini í stýrinum fyri Fiskivinnuroyndir er, at mælt verður til at stuðla fýra Flaggskipaverkætlanum. Í talvu 1 er yvirlit yvir játtanirnar.

Talva 1. Játtanir til Flaggskipaverkætlanir

Smærri verkætlanir

Umsóknarfreistin til smærru verkætlanirnar var 27. januar 2025. Inn komu 18 umsóknir.

Endaliga úrslitið av viðgerðini í stýrinum fyri Fiskivinnuroyndir er, at mælt verður til at stuðla fimm verkætlanum, umframt at ein framhaldandi verkætlan verður stuðlað. Í talvu 2 er yvirlit yvir játtanirnar.

Talva 2. Játtanir til smáar verkætlanir

Jóhan Christiansen, landsstýrismaður, sigur: “Mongu og góðu umsóknirnar í ár eru tekin um, at føroyska vinnan raðfestir nýskapan og nýmenning, og eg fegnist um, at Fiskivinnuroyndir kunnu stuðla undir hesum. Eg eri spentur at fylgja við Flaggskipaverkætlanunum, har serligur dentur er á samstarvið ímillum vinnulív og granskingarstovnar, og hvussu hesin nýggi leistur fer at hilnast.”

Facebook viðmerkingar