
– Herfyri vóru Niels Winther, stjóri í Vinnuhúsinum og Jógvan Hansen, formaður í Ráfiskakeyparafelagnum á kunningarfundi at umrøða landagóðkenningina frá Brasil.
Bárður Enni, stjóri á Heilsufrøðiligu starvsstovuni, greiddi frá víðari tilgongdini. Enn eru nøkur stig eftir, men væntandi kann útflutningurin byrja í næstum.
Umboðini fyri vinnuna fegnast um landagóðkenningina og vinnan er spent um at kunna fara undir fyrireikingar at útflyta saltaðan fisk til Brasil.
Báðir partar eru samdir um at fara undir at fyrireika eina vinnuferð til Brasil komandi vár við luttøku av umboðum fyri vinnuna.
Tað hevur verið løgd sera nógv orka í at fáa avtaluna uppá pláss. Heilsufrøðilga starvsstovan hevur gjørt eitt sera gott og stórt arbeiði, umframt Uttanríkis- og vinnumálaráðið.
Facebook viðmerkingar