Á vitjan í Íslandi – menning og íblástur

Vágs kommuna: Í hesi vikuni eru umboð fyri Vágs Kommunu í Íslandi, har tey eru á íblástur- og menningarferð í samband við ferðafólkaskip. Vitjað verður í Ísafirði og Reykjanesbæ.

Í samband við arbeiðið at menna vinnuna við ferðafólkaskipum í Vági, so eru limirnir í Havna- og vinnunevndin og mennarin hjá Vágs Kommunu farin til Íslands. Ferðalagið fer at vitja í Ísafirði og Reykjanesbæ.

Fyrst verður vitja í Ísafirði, har ferðalagið fær innlit í, hvussu ein lítil staður megnar at taka ímóti fleiri ferðafólkaskipum um dagin, har talið av ferðafólkum kann nærkast 8.000. Hugt verður m.a. eftir, hvussu undirstøðukervi er ment og hvørjar ferðavinnutænastur eru.

Seinni í vikuni fara tey til Reykjanesbæ. Havnin har er í byrjunarfasuni – eins og Vágur er – og her verður høvi at deila vitan og fáa íblástur frá hvørjum øðrum.

Tað er av stórum týdningi, at havnir í norðuratlantshavinum kunnu skapa eitt netverk. Tí fleiri hundrað ferðamannaskip sigla í hesum økinum hvørt summar, og vit mugu vita hvussu aðrar havnir abeiða og hvussu tær hava ment seg í arbeiðinum, og hvussu tey arbeiða burðardygt við cruisevinnuni. Sigur Marin H. Gårdlykke, forkvinna í Havna- og vinnunevndini.

Við í ferðalagnum er Marin H. Gårdlykke, forkvinna, Rakul N. í Lágabø, nevndarlimur, Arni D. Brattaberg, nevndarlimur, og Edith M. Samuelsen, mennari.

Ferðin er samskipað av Vágs havn, Visit Ísafjørður og Port of Ísafjørður, og stuðlað av NATA.

Facebook viðmerkingar