Tríggir suðuroyingar við U15 til Estlands

Tríggir suðuroyingar eru við U15 landsliðnum, sum í dag setti kósina til Estlands, har UEFA menningarkapping, verður frá 6. til 13. august. Teir tríggir eru Rúnar Næs úr Hvalba, Teitur Rógvason úr Vági, og Lukas Kamsgarð Joensen av Tvøroyri.

Jógvan Martin Olsen hevur úttikið 18 spælarar, sum í dag fóru úr Vágum, har Maud Julianna Næs fekk hesar myndirnar

U15 dreingirnar vóru so hepnir, at Løgmaður eisini fekk høvið at ynskja teimum bestu eydnu í Tallinn í Estlandi.

Hópurin
Josef Nattestad, 07 Vestur
Rúnar Næs, B36
Rani Demir Beinirsson, B36
Hjalti Rógvason, B36
Jógvan Oskar Højgaard, B68
Pætur Magnason, EB/Streymur
Kristjan Róksson, HB
Jógvan Linklett Mortansson, HB
Regin Tórálvsson Poulsen, HB
Markus Trier Simonsen, HB
Baldur Bartalsson, HB
Teitur Rógvason, FC Suðuroy
Joen Heini Gunnarstein, KÍ
Lukas Kamsgarð Joensen, TB
Tollak Fløche Clementsen, Middelfart Boldklub (Danmark)
Kári Zachariassen, ÍF
Andrias Gøthe Áslakksson, Víkingur
Búgvi Hansen, Víkingur

Ferðalagið ferðast úr Føroyum ónsdagin 6. august. Fríggjadagin 8. august spæla Estland og Føroyar, sunnudagin 10. august er mótstøðuliðið Lettland, og mikudagin 13. august verður punktum sett ímóti Gibraltar

Facebook viðmerkingar