
Tjóðveldi: Vit raðfesta fíggjarligan bata fyri smærri vinnurekandi.
Fyri smærri vinnurekandi, sum hava fá starvsfólk í starvi, kann tað hava keðiligar fíggjarligar avleiðingar fyri fyritøkuna, at starvsfólk gerast langtíðarsjúk.
Hetta raðfesta vit at gera nakað við.
Í dag er støðan:
At verður eitt starvsfólk hjá privatum arbeiðsgevara langtíðarsjúkt, hevur arbeiðsgevarin í dag skyldu at rinda viðkomandi løn í minsta lagi 5 mánaðir, og arbeiðsgevarin hevur ongan rætt at fáa hesar lønarútreiðslur endurrindaðar.
Øll kunnu gerast langtíðarsjúk, og tað eigur ikki at vera ein byrða hjá starvsfólki ella arbeiðsgevara í einari minni fyritøku.
Starvsfólk skulu kenna seg trygg um tey gerast langtíðarsjúk og taka ta tíð tað tekur at gerast frísk, sigur landsstýrismaðurin í Almanna og Mentamálum, Eirikur Í Jákupsstovu.
Hann leggur afturat, at fyri arbeiðsgevara og starvsfólk er langtíðarsjúka altíð ein álvarsom støða. Tann sjúki og arbeiðsgevari gera sær óivað nógvar tankar, men eigur tilverugrundarlagið hjá fyritøkuni, ikki vera ein av teimum.
Landsstýrismaðurin hevur m.a tí sent broytingar í lógini um dagpening vegna sjúku til almenna hoyring, og fer síðani at bera uppskotið í Løgtingið heyst.
Broytingarnar í stuttum:
◾️ Arbeiðsgevari fær endurrindaðan ein stóran part av lønarútreiðslunum til starvsfólk, ið eru sjúk longur enn 4 vikur.
◾️ Lógin er galdandi fyri arbeiðsgevarar sum seinast álíknaða inntøkuár, ikki hava havt samlaðar lønarútreiðslur fyri meira enn 4 mió. kr.
Facebook viðmerkingar