Kommunurnar í Suðuroynni løgdu á fundi í Porkeri mánadagin fram uppskot um menningarátøk í Suðuroynni. Hesi uppskot verða umrødd á Suðuroyarportalinum í dag og komandi dagarnar.
Á fundi við Landsstýrið 18. januar 2018 varð avtalað, at kommunurnar í Suðuroynni skuldi koma við uppskotum til menningarátøk í Suðuroynni.
Frá byrjan hevur verið umrøtt at koma við uppskotum um
* átøkum, sum verða framd av kommununum í Suðuroynni,
* átøkum, sum verða framd í samstarvi millum kommunurnar í Suðuroynni og Landið,
* og átøkum, sum verða framd av Landinum.
Grundhugsanin aftanfyri øll menningarátøkini er, at tey skulu hava til endamáls at skapa nýggj størv, ikki minst størv til útbúgvin fólk.
Hartil er dentur eisini lagdur á, at nøkur átøk skulu hava eina her-og-nú ávirkan, tvs. ávirkan upp á stutt sikt, meðan onnur átøk kunnu hava ávirkan á longri sikt, tvs. har ávirkanin av átøkunum skulu síggjast aftur innan nøkur ár.
Her á Suðuroyarportalinum verður í dag og komandi dagarnir ein gjøgnumgongd av átøkunum, sum hava verið umrødd á felags fundum millum allar kommunurstýrislimir í Suðuroynni í tíðarskeiðinum frá januar til mai 2018.
Facebook viðmerkingar