Í longri tíð hevur verið arbeitt við at seta á stovn eftirskúla í norðaru helvt í Suðuroy. Hetta hevur eisini verið á skrá hjá Landsstýrinum og er játtan sett av til endamálið á Fíggjarlógini.
Semja er í norðaru helvt í Suðuroy um at eftirskúlin skal staðsetast á Tvøroyri. Arbeiðsbólkur er eisini settur at arbeiða við eftirskúlaætlanini og arbeiðsbólkurin hevur biðið um fund við Mentamálaráðið um eftirskúlan í Suðuroy.
Arbeiðsbólkurin setur ígongd arbeiðið við kørmunum kring eftirskúlan og eisini við innihaldið í eftirskúlanum, sum verður í tráð við upprunaætlanina, sum fevnir um mentan, list og sjómansskap.
Ætlanin er at byrja virksemi á eftirskúlanum í august 2019.
Íløgujáttan og rakstrarjáttan til eftirskúlan ferð at føra við sær økt virksemi í Suðuroynni. Íløgujáttanin skapar virksemi í samband við at karmar skulu byggjast upp. Rakstrarjáttan til hetta nýggja skúlatilboðið førir við sær, at fleiri nýggj størv verða skapt í Suðuroynni.
Kommunurnar í Suðuroynni taka undir við hesari ætlan, sum førir við sær, at fleiri størv til fólk við útbúgving og onnur størv verða Eftirskúlanum í Suðuroy, sum verður staðsettur á Tvøroyri.
Facebook viðmerkingar