2017 var munandi lakari fyri Varðan samtakið enn árið frammanundan
Kjarnuvirksemið hjá samtakinum er skiparakstur av uppisjóvarskipum, og verður hugt eftir hesum tølum sæst at sjálvt um ársúrslitið minkar við góðum 100 mió kr., so eru samlaði skatturin at kalla tann sami. Talan er um tilfeingisgjøld, tilfeingisgjøld (uppboðssøla) og partafelagsskattur.
Varðin samtakið
Ársúrslitið í samtakinum í 2017 er 184 mió. kr. í mun til 213 mió. kr. í 2016. Hóast niðurgongdina vaks skatturin í samtakinum úr 120 mió. í 2016 upp í 136 mió. í 2017. Góða úrslit stavar í stóran
mun frá Varðanum Pelagic, sum hevur ein serstakan roknskap í 2017, grundað á eldsbrunan.
Sigast skal, at allur partapeningurin er føroyskur.
Varðin Pelagic
At byggja Varðan Pelagic uppaftur er ein dýr søga. Kostnaðurin verður uml. 550-600 mió. Hetta er ein sera stór íløga og felagið noyðist, umframt verandi lániskuld, at taka lán á uml. 150 mió. frá
føroyskum peningastovnum til íløguna.
Ársúrslitið eftir skatt er 135 mió. kr. Felagið hevði onga framleiðslu seinnu hálvu av 2017, tí skal viðmerkjast, at góða úrslitið í stóran mun er eitt “tekniskt úrslit” orsakað av endurgjaldsuppgerðini
eftir eldsbrunan.
Niðurbrendu bygningarnir og maskinurnar vórðu bókað til eitt niðurskrivað virði, meðan endurgjaldið er roknað út frá nývirðið. Harumframt seldi Varðin Pelagic við ársbyrjan 2017 ein part av liðugvøruni, sum lá á goymslu frá framleiðsluárinum 2016.
Stór sveiggj
Uppisjóvarvinnan sveiggjar og søguliga sæð sveiggja bæði nøgdir og prísir.
Nøgdirnar hava verið hampiliga støðufastar síðani 2010, hinvegin eru prísirnir lækkaðir nógv. Fakta er, at sildin er farin niður um eina helvt í prísi, frá 6,45 kr. fyri kilo í 2016 niður á 3,10 kr. í 2017.
Prísurin á svartkjafti er minkaður við heili 46%, úr 2,40 kr. í 2016 niður 1,30 kr. í 2017.
Prísurin á makreli helt sær á sama støði bæði árini, men lodnuprísurin hækkaði við 35% frá 2016 til 2017. Lodnan varð fyri stóran part landað til Varðin Pelagic, áðrenn virkið brendi. Hetta, at
Varðin Pelagic brendi, er eisini partvís orsøkin til niðurgongdina í úrslitinum hjá skipunum.
Útlitini
Kvoturnar í 2018 verða minni enn í 2017. Fyri sild og makrel verður lækkingin 15-20%, fyri lodnuna 7%, meðan svartkjafturin verður á sama støði. Ilt er at gera metingar um prísir, men væntað verður ikki, at teir fara at lækka. Tað, sum kann ávirka úrslitið hjá felagum sera nógv, er ein møgulig nýggj lóg um tilfeingisgjald. Hækkar tilfeingisgjaldið, so lækkar úrslitið sjálvandi har eftir.
Nýggja virkið hjá Varðanum Pelagic byrjar eftir Ólavsøku í 2018 og væntað verður, at tað fer at hava eitt positivt íkast á úrslitið.
Tíðindamynd: Tróndur í Gøtu, vardin.fo
Facebook viðmerkingar