Seinnapartin var hátíðarløta á Eiðinum, har nýggi graslíkiavøllurin varð alment tikin í nýtslu.
Dennis Holm, borgarstjóri, bjóðaði vælkomin. Síðani flutti Eydia Kjærbo, varaborgarstjóri og forkvinna í Mentunarnevndini fram røðu. Og eftir tað spældu landsliðsleikararnir Salmundur Bech, Búi Egilsson og Alexander Holm Kilgour bóltin til fyrrverandi landsliðsleikaran Páll Augustinussen, sum skeyt fyrsta málið á nýggja graslíkisvøllinum á Eiðinum.
Eftir hetta var brotssparkskapping millum U11 dreingir og U11 gentur hjá FC Suðuroy, áðrenn kaffi og kakur varð bjóðað í VB-húsinum.
Facebook viðmerkingar