Suðringar vunnu seinnapartin stórsigur á AB á Argjum, tá Ólavsøkudysturin var vunnin 4-0. Papa Mamadou Faye gjørdi hattrick og Búi Egilsson málið til 4-0.
Suðringar løgdu seg á odda 10 minuttir undan hálvleikinum, tá Faye var á blettinum fyrstu ferð. 6 minuttir inn í seinna hálvleiki gjørdi Faye tað til 2-0.
Í 63. minutti fekk Dánjal Godtfred seinna gula kortið og varð vístur av vøllinum – og fleiri væntaðu helst, at nú fór spenningur at koma í dystin.
Men Suðringar vildu tað annarleiðis. Í 66. minutti fingu Suðringar brotsspark, sum Faye skoraði – og við tí eisini fekk sítt fyrst hattrick í næsta dystinum, hann spælir fyri Suðringar.
3 minuttir seinni var Búi Egilsson á blettinum og skoraði til 4-0.
AB royndi eftir hetta at trýsta, men megnaði ikki at skapa nakað og kom ikki fram til nakran málmøguleika, og endaði dysturin 4-0 til Suðringar.
Úrslitið førir við sær, at Suðringar nú eru á 14 stigum og hava hartil væl betri málmun enn AB, sum er á 8 stigum. Sostatt eru tað í veruleikanum nú 7 stig niður til niðurflytingarstrikuna.
Facebook viðmerkingar