Frásøgn og myndir: Tann 20. mars í 1943 var stovnandi aðalfundur í Suðuroyar Sparikassa. Fyrsti aðalfundurin varð hildin 19. juni 1943, og sjálvt sparikassavirksemið byrjaði 1. oktober 1943 – og leygardagin helt Suðuroyar Sparikassi 75 ára føðingardag í høvuðssætinum í Vági.
Stutt um Suðuroyar Sparikassa
Oddamaðurin at stovna ein peningastovn í Vági var Petur Dahl á Gørðunum, tann maðurin, sum á so mongum øðrum økjum var slóðbrótari til frama fyri Vágs bygd.
Ætlanin var upprunaliga at fáa eina bankadeild í Vági, og vóru samráðingar um hetta við Sjóvinnubankan, men av eini ella aðrari orsøk varð hetta av ongum, og tankin um at stovna ein sparikassa kom í.
Fyrsti stjóri í Suðuroyar Sparikassa var Peter Dahl (1911-1996), ið var stjóri til 1980. Núverandi stjóri í Suðuroyar Sparikassa er Søren L. Bruhn, ið tók við stjórastarvinum 1. januar 2005.
Suðuroyar Sparikassi var ein sparikassi fram til árið 2006. Á eykaaðalfundi 27. februar 2006 varð einmælt samtykt at umskipa Suðuroyar Sparikassa til partafelag, og harvið varð Føroya minsti sparikassi ein banki. Suðuroyar Sparikassi hevur høvuðssætið í Vági og hevur harumframt deild í Havn.
Hátíðardámur leygardagin 27. oktober 2018
Leygardagin 27. okt. 2018 bjóðaði Suðuroyar Sparikassa til hátíðarløtu í samband við 75 ár vórðu liðin, síðani Sparikassin byrjaði virksemi í Vági. Bjóðað varð til morgunmat og eini 300 fólk løgdu leygarmorgun leiðina framvið í høvuðssætinum í Vági.
Tiltøk vóru eisini fyri børn og barnsligar sálir allan dagin. Lokala skaldið, NePtuN – Niels Petur Nolsøe – hevði til dagin yrkt ein sang, sí niðanfyri – til Suðuroyar Sparikassa, sum sjálvsagt eisini varð sungin leygardagin.
Tað var eisini ein sera fegin Søren Bruhn, stjóri, sum vit mánadagin fingu orðið á, sum umrøddi 75 ára føðingardagstiltakið við jaligum vendingum og at tey vóru takksom fyri nógvu vitjaninar í høvuðssætinum leygardagin.
Niðanfyri eru nakrar myndir frá degnum, har Søren Bruhn, stjóri, bjóðaði vælkomin, og Hans Petur Joensen, nevndarformaður, eisini flutti fram røðu um lokala Sparikassan, sum nú hevur 75 ár á baki.
Facebook viðmerkingar