Tann 26. oktobur var freistin at søkja starvið sum rektari á Miðnámsskúlanum í Suðuroy. -Og tá umsóknarfreistin var úti, so vóru níggju umsóknir til starvið sum rektari á Miðnámsskúlanum í Suðuroy.
Av hesum níggju umsøkjarunum vóru átta mannfólk og eitt konufólk, sigur Poul Geert Hansen, fulltrúi í Mentamálaráðnum.
Starvið verður væntandi sett einaferð í novembur, og eftir ætlan skal nýggi rektarin byrja beint eftir ársskiftið.
Facebook viðmerkingar