Tórsdagin 1. november 2018 er minningardagur teirra sjólátnu, ella alla halganna dagur, ið hann eisini verður nevndur. Dagurin verður sum vant hátíðarhildin á Tvøroyri.
Byrjað verður við gudstænastu í Tvøroyrar Kirkju kl. 13:30, ið Jónsvein Bech, prestur, stendur fyri.
Uml. Kl. 14:00 endar gudstænastan og farið verður út til minnisvarðan, har kransar verða lagdir.
Eftir hetta verður ein hugnaløta í missiónshúsinum, har kaffi og okkurt afturvið verður at fáa. Siðvenja er, at um gjørligt, so luttekur manningin á skipinum hjá donsku sjóverjuni, ið er undir Føroyum.
Í ár er HDMS Knud Rasmussen við Føroyar og kunnu vit gleðast um, at tað eisini í ár verður luttøka úr donsku sjóverjuni.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Kelda: Tvøroyrar kommuna
Facebook viðmerkingar