Vágs Skúli søkir eftir lærara í tíðaravmarkað starv fyri lærara í barnsburðarfarloyvi at byrja skjótast gjørligt til 27. Juni 2019.
Førleikakrøv:
Skúlanum tørvar lærara, sum skal undirvísa í grund- og miðdeild. Viðkomandi skal eisini kunna undirvísa næmingum við serligum avbjóðingum.
Lønar- og setanartreytir:
Starvið er lønt í lønarflokkunum 18.1 –29.2 sambært avtalu millum Føroya Lærarafelag og Fíggjarmálaráðið.
Søkt verður eftir lærara sum:
- Hevur læraraútbúgving
- duga væl at samstarva og samskifta
- vilja menna seg sjálvan og skúlan
- sýna næmingum og undirvísing sín eldhuga
- vilja fevna ymiskleikanum og styrkja felagsskapin
Umsóknir:
Umsóknir við cv og avriti av prógvum og møguligum ummælum skulu vera skúlastjóranum í hendi í seinasta lagi tórsdagin 15. novembur 2018 kl. 12.00
Umsóknir skulu sendast til:
Vágs Skúla
Vágsvegur 32
Fo-900 Vágur
Ella á teldupost: john.henrik.holm@skulin.fo
Nærri kunning um starvið fæst við at ringja ella senda teldupost til
John Henrik Holm, skúlastjóra, á tlf 239330 ; teldupostur: john.henrik.holm@skulin.fo ella
Anitu Nysted, varaskúlastjóra á tlf. 723090 ; telduspostur: anita.nysted@skulin.fo
Facebook viðmerkingar