Sunnudagin 11. november verður frumsýning av heimildarfilminum Søgan um Ruth Smith, sum Árni Nicolajsen hevur leikstjórnað. Filmurin snýr seg um lívið, lagnuna og gátuføra deyða hennara. Frumsýningin verður í Miðlatúni í Vági.
Almenna frumsýningin verður kl. 19 sunnukvøldið 11. nov. í Miðlatúni í Vági og kunnu atgongumerkir keypast í Miðlatúni. Sýning verður eisini mánakvøldið kl. 19 og fáast eisini atgongumerkir til hesa sýningina í Miðlatúni.
Kostnaður 100,- kr.
Facebook viðmerkingar