Nú verður lýst eftir umsóknum til FVR – freistin er mán. 3/12-18 kl.12:00

Fiskivinnuroyndir er játtan hjá Fiskimálaráðnum, sum stuðlar royndir og kanningar – bæði praktiskar, vinnuligar og vísindaligar, ið menna og økja um framleidni í føroyskari fiskivinnu við atliti at lívfrøðiligari, búskaparligari og samfelagsligari burðardyggari gagnnýtslu av havtilfanginum

Verkætlanir, sum stuðul kann søkjast til, eru skipaðar í trý høvuðsøki:

  • Burðardyggur fiskiskapur
  • Royndarveiða og virðisøking av fiski
  • Búskaparlig og samfelagslig menning av fiskivinnuni og førleikamenning í øllum liðum

Serligur dentur verður lagdur á, at:

  • vinnan tekur lut í verkætlanini
  • eginfígging, onnur fígging og samfígging er skjalfest
  • samstarv er við samstarvsfelagar í Føroyum (almennar og/ella privatar) og/ella uttanlands.
  • at verkætlanin er skipað við einum stýrisbólki at fylgja við gongdini

 

Fyritøkur, almennir stovnar og einstaklingar kunnu søkja um stuðul úr Fiskivinnuroyndum.

Fiskivinnuroyndir kann í hesum umfarinum væntandi útluta 7,2 mió. kr. aftur komandi ár til nýggjar og verandi verkætlanir.

(Søga: Í byrjanini av 2016 var játtanin komin niður á 2,208 mió. eftir lækkingar í fleiri ár, men við ársenda 2016 varð játtanin hækkað við 1,3 mió., tá fíggjarlógin var samtykt.

Játtanin varð síðani hækkað við 5,1 mió. upp í 8,4 mió. fyri 2017. Hon varð so lækkað aftur 1,2 mió. niður í á 7,2 mió. fyri 2018, og verður hon væntandi tann sama fyri 2019)

Víst verður á, at møguleiki eisini er hjá vinnuni at søkja um stuðul til setan av vinnugranskara innanfyri omanfyrinevndu økir við fígging upp til 50% (max. 300 kkr./ár í 3 ár)

Sí eisini her.

Facebook viðmerkingar