LANDSVERK: Politisk avgerð er tikin um at endurstovna tunnilsliðið hjá Landsverki, sum hevur fingið uppgávuna at bora smærri tunlar til bygdir í Føroyum. Høvuðsorsøkin er, at tað er ov trupult politiskt at fáa sett stórar upphæddir av árliga á fíggjarlógini til tunnilsverkætlanir. Við einum almennum tunnilsliði ber betur til at spjaða íløguna yvir eitt longri áramál, og fáa gjørt hesar íløgur í smærri bitum.
Síðani arbeiðið við Gásadalstunlinum hava øll tunnilsarbeiðir í landinum verið boðin út til privatar fyritøkur at gera, og lat tað verða sagt beinanvegin, at hesi arbeiðir hava gingið bæði skjótt og væl. Feskasta dømið er Viðareiðistunnilin, sum lat upp fyrst í september 2016, og sum var liðugur næstan eitt ár fyrr, enn upprunaliga tíðarætlanin ásetti.
Politiska avgerðin um at seta á stovn eitt tunnilslið undir Landsverki at taka sær av at bora smærru tunlarnar í landinum skyldast tí ikki, at privata vinnulívið ikki hevur arbeitt nóg skynsamt ella væl, men heldur einum politiskum ynski um størri fleksibilitet í mun til at kunna játta ymiskar upphæddir til slíkar tunnilsverkætlanir alt eftir búskaparligari støðu í landinum og politiskum raðfestingum annars.
Í útvarpssamrøðu við stjóran á Landsverki tann 31. oktober 2018 var evnið tunnilsliðið hjá Landsverki og kostnaðurin, um tað almenna aftur skal byggja tunlar. Stjórin á Landsverki upplýsti tá, at tunnilsliðið hjá Landsverki kann bora umleið 750 metrar um árið fyri umleið 26.000 krónur meturin ella fyri eina árliga játtan á umleið 20 mió. krónur.
Kringvarpið velur í tíðindasendingini at samanbera hesar upphæddir við kostnaðin fyri Viðareiðistunnilin, sum samlað kostaði 162 mió. krónur ella umleið 70.000-80.000 krónur fyri meturin. Trupulleikin við hesi samanbering er bara, at dømini als ikki kunnu samanberast, tí hesar útreiðslur ikki innihalda ella dekka yvir tað sama. Føroya Handverksmeistarafelag hevur púra rætt í tí, at her eru ikki allir kostnaðir við í árligu játtanini á 20 mió. krónur, og Landsverk kann ei heldur gera Dalstunnilin lidnan fyri ein triðing av samlaða kostnaðinum fyri Viðareiðistunnilin. Hetta er misskilt.
Mett verður, at samlaði kostnaðurin fyri ein lidnan Dalstunnil er 75-85 mió. krónur, um tunnilsliðið hjá Landsverki skal byggja hann, og byggitíðin er 4 ár. Tá fara tey fyrstu 3 árini til at byggja sjálvan tunnilin fyri 60 mió. krónur ella 20 mió. krónur um árið, meðan 15-25 mió. krónur skulu nýtast afturat tað síðsta árið, til at fáa tunnilin heilt lidnan við portalum, vegum, el og trygdarskipan. Dalstunnilin verður 2,2 kilometrar langur við 300 metrum av nýggjum vegi, umframt at verandi vegur eisini verður tilrættaður nakað. Soleiðis sær samlaða roknistykkið fyri Dalstunnilin út. Árliga játtanin á 20 mió. krónur røkkur til at bora umleið 750 metrar av tunli um árið.
Avgerðin hjá tí politiska um at endurstovna almenna tunnilsliðið undir Landsverki skal sostatt síggjast sum ein máti hjá landinum at fáa gongd á hetta arbeiðið, tí við hesi loysn ber til at fáa ein fíggjarligan smidleika í mun til eina játtan, sum annars er torfør at fáa, tá arbeiðið verður boðið út, tí tá krevst í flestu førum munandi størri árlig játtan yvir styttri tíð. At arbeiðið samlað so tekur longri tíð, enn um tað privata skuldi gjørt tað, hevur minni týdning politiskt.
Facebook viðmerkingar