Páls Høll søkir leiðara

Eitt spennandi leiðarastarv í spennandi umhvørvinum í Páls Høll í Vági er nú leyst at søkja.

Vágs kommuna søkir eftir leiðara til Páls Høll at byrja 1. januar 2019 ella skjótast hereftir.

Starvið er fulltíðarstarv 39 tímar um vikuna, arbeiðstíðin liggur bæði um dagin, kvøldið og í vikuskiftinum.

Søkt verður eftir einum ágrýtnum og visionerum persóni, sum skal standa fyri at stjórna, selja og vera við til at menna tilboðini í Páls Høll.

Ynskiligt er at umsøkjarin hevur stóru lívbjargararoyndina. Um ikki, so verður skipað fyri lívbjargararoydini á staðnum. Heilsuváttan má útvegast.

Høvuðsuppgávur leiðarans verða:

  • At stjórna, selja og vera við til at menna tilboðið í Páls Høll
  • At tryggja eitt trygt, reint og dámligt umhvørvið
  • At hava ábyrgd av dagliga virkseminum, m.a. yvir fyri starvsfólki, viðskiftafólki, og øðrum brúkarum
  • At tryggja at tekniski útbúnaðurin, bygningur og kringumstøður eri í góðum standi og innbjóðandi
  • At hava ábyrgd av fíggjarligum viðurskiftum
  • At virka sum lívbjargari

 

Førleikakrøv

Lýst verður eftir einum persóni

  • Sum er samstarvs- og tænastusinnaður
  • Hevur neyðugan kunnleika og fortreytir fyri slíkum leiðarastarvi
  • Hugsjónir og dugir at finna og skapa nýggjar møguleikar
  • Hevur natúrligan myndugleika o.s.fr.

Ynskiligt er at viðkomandi hevur tekniska útbúgving og/ella hóskandi førleikar/vitan innan nevnda økini.

 

Setanarviðurskifti

Starvið verður sett sambært sáttmála millum Starvsmannafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið.

 

Umsókn o.a.

Umsókn saman við prógvum, viðmælum og upplýsingum um útbúgving og royndir, skulu verða vagur@vagur.fo í hendi í seinasta lagi mánadagin 7. desember 2018 kl. 12:00

 

Meira fæst at vita

Meira fæst at vit um starvið við at venda sær til Petry Joensen, býráðsskrivara, telefon 733008, teldupost petry@vagur.fo

 

Vágs kommuna skilar sær rætt at velja millum umsøkjararnar ella ongan at seta.

 

Vágs kommuna

Facebook viðmerkingar