Stovnandi aðalfundur fyri felagið Heimafriður

Mánakvøldið 10. desember verður stovnandi aðalfundur í Skótahúsinum í Runavík av einum felag, sum skal hava til høvuðsendamál at arbeiða fyri at avmarka ótolandi ljóð- og luftdálking frá skipum

Á skránni verður framløga um ætlaninar við felagnum, orðaskifti um ótolandi støðuna í sambandi við ljóð- og luftdálking, stovnan av felagnum og val av nevnd. Aftaná verður ein drekkamuður at fáa. Arbeiðsbólkurin heitir á øll áhugað um at møta á fundinum og vísa sín stuðul.

 

Ljóðdálking frá havnaløgnum og skipum er vorðin ein alsamt vaksandi trupulleiki. Tí hava borgarar, ið liva undir ótolandi umstøðum orsakað av larmi frá skipum, tikið seg saman til at stovna eitt felag, hvørs høvusðendamál er at virka fyri, at lóggivið verður soleiðis, at Føroyar gera sum grannalondin og áseta krøv til dálking frá skipum. 

 

Borgarar við fleiri havnaløg í Føroyum verða javnt og samt útsett fyri umfatandi ljóð- og luftdálking, sum órógvar heimafriðin og serliga náttarfriðin hjá búfólkunum.

 

Í skrivi fyrr í ár til Heilsu- og Innlendismálaráðið, skriva Lars Fodgaard Møller, landslækni ,og Pál Weihe, yvirlækni, at ljóðdálkingin, sum borgarar tætt við havnaløg í Føroyum eru útsett fyri, kann vera heilsuskaðilig.

 

Í oktober mánaða í ár gav altjóða heilsustovnurin, WHO, út umhvørvisleiðreglur fyri Evropa.

Leiðreglurnar hjá WHO vísa á sterk prógv um, at óljóð er ein av størstu umhvørvisvandunum fyri bæði likamligu og sálarligu heilsuna hjá fólki.

 

Í Føroyum er eingin beinleiðis reglugerð fyri ljóðdálking frá skipum, hetta merkir at ljóðdálkanin, sum borgarar í Føroyum eru útsettir fyri, er langt omanfyri viðmælini hjá WHO. Eisini er kanningin, prógv um, at ljóðdálking skal takast í nógv størri álvara enn higartil hildið.

 

Áhaldandi hava borgarar gjørt vart við ótolandi viðurskiftini, tey liva undir, men framvegis er eingin broyting íkomin og verður málið ikki tikið í nóg stórum álvara.

 

  • Vit hava gjørt av at kalla felagið Heimafriður, tí vit vilja vísa á, at sum nú er hava vit ikki so frægt sum svøvnfrið heima við hús. Vit ynskja rætt og slætt at fáa frið til hvíld í egnum heimi, siga fyriskipararnir.

 

Hin 10. desember eru liðin 70 ár síðani aðalfundur Sameindu tjóða samtykti Heimsyvirlýsingina um mannarættindi. Grein 24 í sáttmálanum sigur, at ”øll hava rætt til hvíld, og grein 25 sigur, at ein og hvør hevur rætt til lívsumstøður, ið tryggja honum og hansara heilsu og vælveru.”

 

 

 

 

Við hesum felag vilja vit vísa á, at nógvir borgarar í Føroyum, orsakað av ljóðdálking, ikki fáa hvíld heima við hús og liva undir umstøðum, sum eru til vanda fyri heilsu og vælveru teirra.

 

 

Vegna fyriskipararnar

 

Trina Elttør Eysturoy, Signabø

Sylvia Thomsen, Ánir

Theodor E. Johannesen, Saltangará

Niels Midjord, Fuglafjørður

 

Facebook viðmerkingar