Um vikuskiftið verða allir FM-vinnararnir í yngru deildunum funnir í Trongisvági. FM-finalurnar byrja fríggjadagin klokkan 18,00 og enda verður ikki fyrr enn sunnudagin klokkan 15,00 við seinasta dystinum.
TB-flogbóltur hevur lagt Taraflexgólvið á í høllini, so karmarnir eru at teimum bestu hjá ungdóminum at dystast í teirra seinasta dysti í ár.
Feløgini sum eru umboðaði í finalunum í ár eru:
ÍF
Fleyr
SÍ
TB
Dráttur
Allar finalurnar verða stroymaðar, og leinkja til hesa stroyming verður kunngjørd á heimasíðuni hjá FBF og á Facebook-síðuni hjá Flogbóltssambandinum.
Varðin Pelagic er høvuðsstuðul í sambandi við FM-tiltakið í Trongisvági.
Finalurnar verða leiktar soleiðis:
Facebook viðmerkingar