Hetta vikuskiftið (30.-31. mars) verða árligu missiónsmøtini hjá Heimamissiónini í kirkjuni í Fámjin.
Pól Johannesen trúboðari Klaksvík talar leygarkvøldið kl. 20.00 og sunnukvøldið kl. 18.00. Leygarkv. syngur Mansbólkurin av Tvøroyri/Hvalba og sunnukv. syngur Streingjakórið í Porkeri. Sunnukvøldið verður eisini innsavnan til arbeiðið hjá Heimamissiónini.
Øll eru vælkomin.
Facebook viðmerkingar