Suðuroyar Sparikassi heldur fast við framgongdini

Hóast hvassa kapitalódn og lágt rentutrýst, heldur Suðuroyar Sparikassi fast við framgongdini. 

Yvirskotið hjá Suðuroyar Sparikassa var 1,9 mió. kr. í 2018. Grundraksturin var uppá  2,9 mió. kr. 

Vit eru stak vælnøgd við  2018 og gleða okkum til 2019” sigur Søren L. Bruhn, bankastjóri.

Suðuroyar Sparikassi hevur hvørt ár síðan 1994 avrikað ein hóvligan útlánsvøkstur, og hvørt ár er kundaskarin eisini øktur. Vøksturin í útlánum hjá Suðuroyar Sparikassa  í 2018 er 1,7 prosent – úr 572 mió. kr. til 582 mió. kr. Innlánini lækkaðu við 5,5 prosent – úr 741 mió. kr. til 700 mió. kr. Vøksturin í útlánunum er í høvuðsheitum til sethús.

Suðuroyar Sparikassi ansar eftir at tálma útlánunum fyri at nøkta komandi krøvum (NEP og ískoytiskrøvum til kapital). Suðuroyar Sparikassi herdi í 2017  treytirnar fyri at fáa fígging. Suðuroyar Sparikassi væntar at minka um útlánini í 2019 fyri at minka um kredittváðan stundvísliga, meðan búskapurin enn er í støðugum vøkstri.

Suðuroyar Sparikassi hevur hóast vaksandi útlán, megnað at styrkt solvensin til 16,6 prosent, sum er tað hægsta síðani 2006. Solvensurin er styrktur 1,2 prosentstig samanborið við 2017, í sambandi við at partapeningurin bleiv hækkaður við 2,5 mió. kr. við nýtekning í 2018. Suðuroyar Spariassi lýkur  soleiðis væl og virðiliga øll krøv til bankavirksemi. Hetta avspeglar eisini Eftirlitsdiamanturin hjá Fíggjareftirlitinum.

Árið byrjaði við skiftinum til nýggju niðurskrivingarreglurnar IFRS9. Nýggju reglurnar kostaðu 1,8 mió. í mistari eginogn at seta í verk. Hetta svarar á leið til alt yvirskotið í 2018. Reglurnar vórðu settar í verk í Føroyum uttan fimm ára skiftistíð, sum donskum peningastovnum stóð í boði. Reglurnar virkaðu sostatt negativt á solvensin við 0,5 prosentstigum samstundis, sum peningastovnarnir skulu økja um sín kapital.

Henda harðrenda verksetan av IFRS9-reglunum kemur samstundis, sum peningastovnarnir skulu lúka nýggjar treytir fyri at standa ímóti ”tí systemiska váðanum” í føroyska búskapinum. ”Tann systemiska váðan” hevur Váðaráðið sett at vera 3 prosentstig, ið verða sett í verk við 1 prosentstigi fyri hvørt ár frá 2018. Hetta eru krøv, ið krevja enn meira kapital í peningastovnunum. Krøv, sum t.d. danskir peningastovnar – sum føroysku peningstovnarnir kappast við – ikki skulu lúka. Tó hava danskir peningastovnar fingið ásett 1 prosentstig í ”kontrasykliskum buffara”. Við hesum eru kapitalkrøvini fyri føroysku peningastovnarnar 2 prosentsig harðari enn somu krøv til donsku peningstovnarnar – og leggið afturat hesum ta harðrendu verksetanina av IFRS9.

Afturat øllum hesum kemur, at peningastovnarnir skulu verða lidnir við at seta í verk ein ”kapitalbevaringsbuffara”. Sum heild merkir hetta, at krøvini til Suðuroyar Sparikassa eru 12,5 prosent í 2018 móti 8 prosent áður.

Í januar í 2019 økist hetta krav uppaftur meira til 14,2 prosent. Krøvini í 2020 gerast 15,8 prosent, sum í 2025 herðast til 18,7 prosent. Orsøkin er at kapitalkrøvini til peningastovnarnar herðast uppaftur meiri frá árunum 2020 – 2025, tá sokallaðu NEP krøvini verða verksett.

Samanumtikið hevur 2018 verið eitt gott og hendingaríkt ár, har innlánini eftir ætlan eru minkaði og útlánini vaksin. Ársúrslitið hækkaði í 2018.

Úrslitið áðrenn skatt í 2018 varð 1,9 mió. kr. Rentu- og ómaksgjøld lækkaðu úr 26,2 mió. kr. í 2017 til 26,0 mió. kr. í 2018. Tap av virðisbrøvum var 261 tkr. samanborið við ein vinning á 138 t. kr.  í 2017.

Útreiðslurnar til starvsfólk og umsiting hækkaðu við 1,8 prosenti úr 23,4 mió. kr. í 2017 til 23,8 mió. kr. í 2018.

Niðurskrivingar av útlánum og aðrari ogn v.m. vóru 726 t. kr.  samanborið við 1,5 mió. kr. í 2017.

Suðuroyar Sparikassi væntar, at úrslitið fyri 2019 verður positivt við á leið 1,0 – 1,5 mió. áðrenn skatt.

Árið 2019 verður áhugavert við nógvum spennandi verkætlanum, men eisini við tilætlaðari lækking í útlánunum.

Facebook viðmerkingar