Komandi vikuskifti fáa suðuroyingar høvi at hoyra Morgunkórið.
Morgunkórið byrjaði sum eitt samstarv við Kringvarp Føroya í 2015 við tí endamáli at geva fólki, sum ikki høvdu sungið í kóri áður høvi at royna seg. Tað gekk væl, og síðani hevur kórið havt framførslu ymsa staðni bæði í Føroyum og uttanlands.
Kórið venur í Havn, men fleiri av sangfuglunum koma aðrastaðnis frá í landinum. Kórleiðari er Sigrið Sivertsen.
Leygardagin 27. apríl fer Morgunkórið at hava sína fyrstu framførslu í Suðuroynni, har sungið verður í Vágs kirkju kl. 17.00.
Somuleiðis fara bæði Kirkjukórið Ljómur og Orðið á Borðið hjá Frelsunarherinum at luttaka.
Somuleiðis fara bæði Kirkjukórið Ljómur og Orðið á Borðið hjá Frelsunarherinum at luttaka.
Facebook viðmerkingar