Flaggdagsrøðan hjá Bjartur Nolsøe

Bjartur Nolsøe hevði flaggdagsrøðuna í Vági

Góðu vágbingar,suðringar góðu føroyingar!

Enn einaferð flagga okur í fullari stong. Við okkara egna flaggi – Merkinum.

 “Merkið” varð teknað í 1919 av Jens Olivur Lisberg, Janus Øssurson og vágbinginum Paula Dahl, tá teir  gingu í skúla í Keypmannahavn. Teir fóru tá undir at tilevna eitt tjóðareyðkenni til Føroyar og føroyingar. Tískil hátíðarhalda okur í ár 100 – ára dagin fyri at Merkið varð teknað.

Fyrstu ferð hetta vakra merkið veittraði  í Føroyum var  tann 22 juni 1919, tá ungi fámjiningurin Jens Olivur Lisberg, læt tað veittra úr heimi sínum í Fámjin.

Tað eydnaðist tó Jens Oliver bert ta einu ferðina at síggja flaggið í húnarhátt á føroyskari jørð, tí hann andaðist bert 23 ára gamal í 1920. Hóast sítt stutta lív, so stendur minnið um Jens Olivur rimmar fast í søgu Føroyinga.

Hóast fyrstu stigini longu vóru tikin í 1919,  skuldi tað ganga nógv ár áðrenn Merkið bleiv viðurkent sum eitt  eyðkennið fyri Føroyar og okkum føroyingar.

Í nógv, nógv ár var klandur innanhýsis um flaggspurningin. Og tað var leingi líkt til, at Merkið var við til spjaða føroysku fjøldina. Tí tá Merkið kom, høvdu aðrir longu teknað eitt tjaldursflagg og aðrir eitt veðraflagg. Stríðið snúði seg mest um, hvussu flaggið skuldi síggja út.

Í apríl 1940 varð flagg okkara so endiliga viðurkent  og okur kundu halda okkara fyrsta flaggdag, og bert fýra mánaðir seinni, tann 11.august 1940, varð Skótaliðið Royndin stovnað. Skótaliðið varð stovnað sum ein “roynd”, fyri at vita um hetta varð nakað fyri ungdómin í Vági. Og ikki kann sigast annað enn, at hetta hevur eydnast  sera væl.  Skótaliðið skipar aftur í  dag fyri flaggdagshaldinum her í Vági. 

Hetta er 80’ ferð at føroyingar kunnu halda sín flaggdag, og allir føroyingar hava  nú tikið Merkið til sín – umboðandi felagsskapin, okur hoyra til.

Merkið er ímynd av Føroyum og okkum føroyingum. Alt tað sum bindur okkum saman sum fólk.    Tað minnir okkum á okkara mentan, okkara søgu, okkara stríð at byggja land og tað okur hava saman sum borgarar. Tað umboðar okkum og ber boð um alt tað, okur eru góð við og errin av.

Merkið eigur sítt fasta pláss í okkara tilveru. Tað fylgir okkum, og veittrar í fullari stong tá ið okur halda merkisdagar, og í hálvari stong tá ið okur syrgja. Ítróttarfólk bera við stoltleika Merkið , tá ið tey umboða land okkara. 

Okur eru ein kristin tjóð, og krossurin í merkinum boðar frá hesum. Eins og hjá hinum norðanlondunum.

Litirnir í flagginum ganga aftur í nógvum førum og yrkingum og vilja okur fegin vísa á,  at litirnir hava týdning og merkja nakað fyri okkum. 

Flaggsangurin – Sjá tú blánar – sum Hans Andrias Djurhuus yrkti í 1920 hevur rámandi innleidningin  “Sjá tú blánar sum loftið og tú rodnar sum blóð, tó hitt hvíta er fossur, brot og vetrarins ljóð”.

Eftir Landskrona bragdi  hjá fótbóltslandsliðnum á sinni,  sang Terji Rasmussen “Hvít sum kavin, blá sum havið, reyð sum blóðið tað eru vit”.  Hesin sangur verður framvegis í dag spældur hvørja ferð okur spæla fótbóltslandsdyst.

Merkið er tjóðarsamleikin hjá føroyingum, meðan kappróðurin er tjóðarítróttin.  Fyrr flotaðu menn kappróðrarbátar flaggdagin og so var stevnið sett fram móti einum hørðum kappróðrarári, sum endaði á Ólavsøku. Nú er nógv broytt, soleiðis at kappróðrarbátar verða flotaðir langt fyrr, og kappróðrarfólk venja mest sum alt árið á tamb.

Eins og flaggið gevur okkum eina felagskenslu og hevur ein savnandi týdning, hevur samferðslan nógv at siga, hvussu nógv okur sum borgarar kunnu hittast og sameinast 

Sjálvt um Suðuroyggin hevur merkt framgongd á hesum øki við nýggjum og størri Smyrli og Hovstunnellini,  so kemst ikki uttan um, at Suðuroyggin framvegis kennist eitt sindur vekk. Og tá nú stórar broytingar fara fram innan samferðsluøkið, sum knýtir Føroyaland enn tættari saman – hugsi um skjótt komandi Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin – ja so kennist sum um, at Suðuroyggin fer relativt longur vekk. Tí er týdningarmikið at hildið verður fast  um ætlanina um ein Suðuroyðartunnil. 

Tann tunnilin kemur ikki í morgin, ella um eitt ár – ella fyri tann sak skuld um 5 ár. 

Tað týdningarmesta er, at gjørt verður ein ætlan um eitt tíðarskeið, so at suðringar og øll onnur kunnu fara at hugsa og rokna við tí degi,  tá tunnilin stendur liðugur.

Hugsi tykkum, hvat fast samband kann gera fyri oynna og hvussu  hetta fer at ávirka kappingarførið til restina av landinum hvat viðvíkur , útbúgving, arbeiðsmøguleikum, ítrótti og vælferð. 

Men tað verða ikki tunnellir í sær sjálvum, sum fara at knýta øki, bygdir ella einstaklingar saman, ella fara at eggja til samstarv ella økja um virksemið. Tann lutin og tað ábyrgdina eiga okur, sum búleikast her á oyggjunum. Tí er týdningarmikið, at tað finnast persónar, fyritøkur, stovnar og felagskapir, sum alla tíðina virka fyri einum betri trivnaði.

Tað er okkara  lutur at mynda og skapa hettar landið, og ikki minst tað lokaløkið okur búgva í. 

Og suðringar hava sanniliga myndað hetta landið og víst , at teir eru í fremstu røð tá tað snýr seg um nýhugsan. Her hava búð og búgva undangongumenn.  Í slupptíðini var Suðuroyggin drívmegin í Føroyum og fólk vælfartaðu higar til arbeiðis. Eisini er El-verkið í Botni -sum var tað fyrsta í kongaríkinum – og Pálshøll og Marghøllin,  bert nøkur fá dømi um hetta framfýsni. 

Ítrótturin hevur altíð fylt nógv her suðuri. Og tað er ikki smávegis sum er rokkið  í fótbólti, hóndbólti, kappróðri, svimjing og øðrum ítróttargreinum við. Kanska er tað viljin sum hevur gjørt sítt, og tað harðbalni ein altíð var útsettur fyri, tá ein viku eftir viku fór norður um Suðuroyarfjørð at kappast. Eg minnist sum smádrongur og ungur mínar nógvu ítróttarferðir norðureftir – ofta í ódnarveðrið. 

í dag er tað framvegis soleiðis, at skalt tú kappast so eru mótstøðuliðini norðanfyri, og tað skal setast ein heilur dagur av. Hetta eru treytirnar tá ein býr í Suðuroynni og soleiðis er tað. Umvent er væl lættari at flyta seg longur norðuri á landi.

Í dag verður kjakast um viðurskifti so sum bústaðarbygging, fiskivinnunýskipan,  almenn arbeiðspláss og útbúgvingar. Hetta eru týdningarmikil viðurskifti – ikki minst fyri suðringar. 

Øll øki í Føroyum eiga at hava eitt sterkt vinnulív sum eitt av fremstu málunum. Her suðuri eru nógvir møguleikar í fiskivinnu á landi, á sjógvi, upplivingarvinnu og ferðavinnu.

Almenn arbeiðspláss er eisini ein týdningarmikil liður í at menna Suðuroynna. Suðuroyingar skulu  strongja á at fáa so nógv sum gjørligt av nýggjum almennum stovnum og arbeiðsplássum. Hetta eru vællønt størv og flyta vælútbúgvin fólk til oynna. Og vælútbúgvin fólk geva økinum nýggjan íblástur. 

Í hesum sambandi  er at gleðast um, at tað ber til at hava ein miðnámsskúla í Suðuroynni, og til ber at  leggja útbúgvingar  so sum heilsuskúla og  ítróttarskúla, nýggja eftirskúlan og námsfrøðiligu útbúgvingina í oynni.  Men ongir skúlar uttan næmingar , og ongir næmingar uttan at børn verða fødd. Tí er umráðandi, at fólkatalið í Suðuroy aftur fer at vaksa, og til hetta er neyðugt at hava spennandi arbeiðsmøguleikar.

Tað eru tykur  ungu sum hava lívið framman fyri tykum , sum gera  munin og mynda framtíðina.  Havið áræði og vilja og gerið tykkara besta  –  tað verið seg í í gerandisdegnum , í skúlanum  og í arbeiðslívinum  

Merkið verður í ár hátíðarhildið á 100 ára degnum – bæði í Føroyum og í Danmark. Og okur halda okkara 80’  flaggdag. 

Men aðrar hátíðarløtur eru eisini  í ár. Vágs kirkja varð vígd 19. februar 1939 og Kirkjukórið Ljómur var stovnað um somu tíð, og hava hesi fyri stuttum hátíðarhildið  80 -ára dagin.

Kirkjan í Vági hevur sína serstøku søgu sum okur øll kenna, og bygningurin er eitt prýði – at líkna við ein katedral.

Kirkjukórið Ljómur man vera ein tann størsti fongur kirkjan, bygdin og Suðuroyggin eigur. Kórið stuðlar trúliga tiltøkum sum t.d á grækarismessu, á flaggdegnum, til høgtíðir, á jóansøku og mentanartiltøkum í bygdini. Harumframt heldur kórið óteljandi konsertir.

Várveðrið er umskiftiligt og okur hava í apríl upplivað allar 4 árstíðirnar.  Soleiðis eru Føroyar.  Nú gleðast okur um, at tað  gongur móti sumri og lýggjari og lættari  tíðum . Gott summar ynski eg tykkum. 

Takk til Skótaliðið Royndina fyri heiðurin, og takk fyri at tykur lýddu á!

Facebook viðmerkingar