Grindin, sum fyrr í morgun, varð funnin í Sandvík, legði stutt undan døgurða beinini í Hvalba. Drápið gekk væl, bara eini 8 minuttir tók tað at fáa lívið av grindini.
Í morgun varð mett, at grindin taldi eini 80 til 100 hval, men tá samanumkom er talan um lítla grind, eini 30-40 hval.
Jaspur Vang, sýslumaður, sigur, at grindin verður ikki býtt til alla Suðuroynna og at tað verður greitt seinni, hvussu býtt verður.
NB! Myndin er frá 2017 – og ikki frá í dag.
Facebook viðmerkingar