Væleydnaða flakatiltakið á Vatninum í Vági, sum var á fyrsta sinni í fjør, verður aftur í ár – og verður flakadagurin ónsdagin 15. mai kl. 17.00
Eins og í fjør fara skótarnir at hava sølubúð og møguliga verður okkurt annað eisini á skránni.
Vónandi verður undirtøkan líka góð sum seinasta ár. Fyrireikararnir heita tó á fólk um at boða frá luttøku, soleiðis at ein hóming fæst av hvussu nógvir flakar verða í ár.
Fylgjast kann við tiltakinum á Facebook bólkinum “Flakatiltakið í Vági“.
Facebook viðmerkingar