Á politiska fólkafundinum varð spurningur settur flokkunum um teir taka undir við at tað almenna fer undir at skipa eina sjóvegis farleið millum Suðuroy og Skotland – sum ferðafólka og farmaleið.
Hetta er eitt av átøkunum, sum kommunurnar í Suðuroynni vístu á í tilmælunum um menningarátøk í Suðuroynni, sum vórðu handaði Landsstýrinum í mai 2018.
Flokkarnir svaraðu í stuttum soleiðis
JA til farleið millum Suðuroy og Skotlands
Javnaðarflokkurin: Ein sigling til Skotlands fer at menna Suðuroynna og Føroyar – og hetta fer ikki at taka nakað frá nøkrum vinnulívið í dag, tí hendan sigling er ikki í dag, greiddi Bjarni Hammer frá, sum segði Javnaðarflokkin taka undir við at almenn farleið verður skipað millum Suðuroynna og Skotland.
Tjóðveldi: Ein farleið til Skotlands er kærkomin, bæði fyri ferðavinnuna og fyri møguleikarnir at keypa inn í Skotlandi. Tjóðveldi tekur undir við einari almennari farleið, vísti Sirið Stenberg á.
Miðflokkurin: Miðflokkurin tekur við einum rungandi ja undir við at gera almenna farleið millum Suðuroynna og Skotlands, soleiðis at Suðuroyggin verður ein miðdepil í Norðuratlandshavi, staðfesti Jenis av Rana.
Framtakið: Vit taka undir við einari farleið úr Suðuroynni til Skotlands, segði Arnfinn á Birtuni
NEI til farleið millum Suðuroy og Skotlands
Framsókn: Landið eigur ikki at verða partur av Skotlandssigling, hetta má loysast í privatum regi, segði Poul Michelsen.
Fólkaflokkurin: Fólkaflokkurin tekur ikki undir við einari almennari farleið við ferðafólkafólkaflutning millum Suðuroynna og Skotland. Hesa uppgávu mugu privat flutningsfeløg loysa, segði Jacob Vestergaard
Sambandsflokkurin: Almenna orkan hevði verið betur brúkt á staðnum í Suðuroynni, enn at brúka pengar uppá eitt alment skip at sigla til Skotlands, so Sambandsflokkurin tekur ikki undur við almennari farleið til Skotlands, segði Bárður á Steig Nielsen.
Facebook viðmerkingar