Á heimavølli á Eiðinum í dag skuldi FC Suðuroy reisa seg eftir 0-5 tapið ímóti AB á Argjum í farnu viku. Víkingur var komin suður á vitjan.
Tað vóru Víkingar sum annars løgdu seg á odda 1-0 í fyrra hálvleiki. Men við tveimum málum av Róa Vilhelm, annað uppá brotsspark, vendu FC Suðuroy-leikararnar dystinum til egnan fyrimun. Og tá tað ikki komu fleiri mál, so gjørdist úrslitið eisini 2-1 til FC Suðuroy.
Við hesum hevur FC Suðuroy eisini vunnið fyrsta dystin í ár.
Facebook viðmerkingar