UM STARVIÐ:
Nýtt og spennandi lærarastarv á nýstovnaða Føroya Eftirskúla. Vit søkja eftir lærara, sum kemur at arbeiða í tøttum samstarvið við leiðara skúlans og hini starvsfólkini. Lærarin kemur at verða við til at mynda skúla, gerandisdag og innihald. Talan er um 1/2 starv við møguleika fyri at taka vaktir á Næmingaheiminum.
VIT VÆNTA, AT TÚ:
ert fyrikomandi og arbeiðssinnað/ur, og klárar at taka ímóti nýggjum avbjóðingum. Dugir væl at samstarva og loysa uppgávur á skynsaman hátt. Kanst arbeiða sjálvstøðugt og taka sjálvstøðugar avgerðir
FØRLEIKAKRØV:
Tú hevur læraraútbúgving og royndir í lærarayrkinum at vísa á. Góður kunnleiki til føroyskt mál og føroyska mentan er ein fyrimunur.
HVØRJI ERU VIT:
Vit eru nýstovnaður Føroya Eftirskúli í Suðuroynni og eitt 10. flokks tilboð til føroyskan ungdóm og norðurlendskan ungdóm við. Vit eru eitt tilboð til tey, sum vilja royna nakað nýtt, øðrvísi og lívgandi. Vit eru ein eftirskúli og fylgja eftirskúlaandanum við samanhaldi, persónligari menning og andaligari uppbygging. Vit vilja okkara føroyska ungdómi tað besta og menna tey til avbjóðingar lívsins, og við okkara breytum og náttúruútferðum menna vit og skil. Okkara ungdómur er grundarsteinurin hjá komandi ættarliðum.
LØN OG SETANARTREYTIR:
Starvið er eitt hálvtíðarstarv, og verður lønt eftir sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Føroya Lærarafelag. Møguleiki verður at taka vaktir á Næmingaheiminum, soleiðis at starvið verður fulla tíð.
UMSÓKN:
Umsókn við prógvum, CV og viðmælum kann sendast til
Føroya Eftirskúla,
Sjógøta 2,
800 Tvøroyri
ella sum PDF-fílur til info@eftirskulin.fo.
Ringjast kann eisini á 282281 til skúlaleiðaran Pól Arna Holm, um spurningar eru til starvið.
FREISTIN AT LATA UMSÓKNINA INN ER
Ónsdagin 1. septembur KL. 12.00
Facebook viðmerkingar